Ein rættur í Saudi Arabia hevur dømt fimm menn til deyða og tríggjar aðrar til fongulsrevsing fyri morðið av tíðindamanninum Jamal Khashoggi.
Tað vakti ans um allan heimin í fjør, tá Jamal Khashoggi, sum var sera kritiskur yvir fyri saudiska stýrinum, varð dripin í saudisku sendistovuni í Istanbul í fjør. Khashoggi, sum millum annað skrivaði fyri Washington Post, var á sendistovuni í Istanbul, tí hann skuldi hava fatur á nøkrum skjølum fyri at kunna giftast við unnustu síni.
Varaákærin í Saudi Arabia greiddi í november í fjør frá, at tað vóru umborð fyri saudiska stýrið, ið høvdu roynt við valdi at fáa Khashoggi aftur til Saudi Arabia, og at tað endaði við deyða hansara.
Ákærin í Saudi Arabia hevur hinvegin sagt, at talan var um eitt átak, ið einki hevði við Saudi Arabia at gera, og ákærdi 11 menn fyri morð. Ein rættur í Saudi Arabia er nú komin til ta niðurstøðu, at fimm menn fingu deyðadóm, og tríggir aðrir fingu fongsulsrevsing.
Mannarættindfelagsskapurin Human Rights Watch vil vera við, at rættarmálið, sum var fyri stongdum hurðum, var merkt av uppíblandi frá saudisku myndugleikinum.