Deyðar rækjur í fjøruni

Vísindafólk í Kili kanna nú, hvussu tað ber til, at fleiri tons av deyðum rækjum eru rikin á land við Coronel-flógva, sum er einar 500 kilometrar frá høvuðsstaðnum Santiago.

Fiskimenn á staðnum vilja vera við, at rækjurnar eru deyðar av kølivatni, sum orkuverk har um vegir lata út á sjógv. Onnur halda, at tað er tann veksandi hitin í sjónum, sum hevur gjørt av við rækjurnar.

Sambært bretska kringvarpinum BBC eru kilsku fiskimenninir ógvuliga ørkymlaðir av hendingini, tí nógvir teirra liva av at fiska rækjur.