Pakistanska løgreglan er farin undir at kanna, hvussu tað kann bera til, at tvær deyðar kvinnur eru valdar í eitt landspartating.
Løgreglan sigur, at onnur kvinnan doyði fyri 13 árum síðani, men at hon kortini fekk nóg nógvar atkvøður til at sleppa í tingið í Dir-landspartinum. Hin kvinnan, sum varð vald í tingið, doyði fyri trimum árum síðani.
Ákæruvaldið sigur, at teir veljararnir, sum brúktu teir ólógligu atkvøðuseðlarnar, kunnu enda í rættinum. Eygleiðarar halda, at valúrslitið skal tulkast sum eitt mótmæli, eftir at landspartamyndugleikarnir fyrr í ár bannaðu kvinnum at stilla upp og at velja. Men landsmyndugleikarnir ógildaðu avgerðina, og tað fekk fleiri hundrað kvinnur at fara á val í Dir-landspartinum, skrivar AP.