Deyðans vatn

Sambært tíðindunum er brennivínshúsið, Dism, komið við einum nýggjum rúsløgi, sum framleiðararnir geva heitið Lívsins Vatn

Mong hvøkku við og mettu tað, sum spottan av ringum slagi tá ið hesi tíðindi spurdust í útvarpinum, vitandi at rúsdrekka er ein tann størsti fíggindin av lívs- og familjuvirðum, ja sjálvum lívinum.

Stórt tal av føroyingum doyggja árliga beinleiðis og óbeinleiðis av brennivínsávum. At kalla nýggju brennivínsútgávuna fyri “lívsins vatn” er ein háðan móti øllum teim landsmonnum, sum dagliga er bundnir av brennivíni og teirra kæru, sum royna at hjálpa teimum úr teirra lívsmarru.

Eg kenni mong menniskju sum vórðu jarðløgd av brennivíni og sum bannaðu tí degi tá ið tey drukku fyrsta snapsin, sum førdi tey inn á eina vandakós við hjúnaskilnaði og beinleiðis húsagangi í kjalarvørrinum. Men hesi hoyrdu um Jesus, um Hann, sum kundi geva teimum hitt SANNA lívsins vatnið, sum EINA kann sløkkja sálartosta menniskjans. Tá ið tey drukku av hesum SANNA lívsins vatni broyttist lív teirra. Eins hím reistust tey aftur á føtur, røddin gjørdist reystari, roðin kom aftur í bleika andlitið, hitt sorlaða húskið kom saman aftur, gleðin, friður eydnan, tryggleikin og hugnin og láturin fingu aftur sítt mista pláss. Sanniliga, júst hetta er munurin á tí FALSKA lívsins vatni og tí SANNA lívins vatni, sum er Jesus. Æviga sonn eru orð Meistarans úr Nazaret:

“Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur. Men tann, ið drekkur av vatninum, ið eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei vatnið, ið Eg gevi honum, skaal verða í honum ein kelda av vatnið, sum springur upp til ævigt lív.”