Deyðans markir

Deyðar mammur halda um børnini, ein smádrongur við einum bólti í føvninginum. Tað er nakað av tí, sum er funnið í hópgravum har norðuri í Irak

Tey, sum liggja í hópgravunum, sum júst eru funnar, gjørdust offur fyri einum átaki hjá stýrinum hjá Saddam Hussein í 1988, tá einaræðisharrin setti sær fyri at útrudda tann kurdiska minnilutan í landinum.

Greg Kehoe stendur á odda fyri útgravingini. Hetta eru ikki tær fyrstu hópgravirnar, sum hann hevur kannað, men hann sigur seg ongantíð hava sæð nakað slíkt fyrr.

-Eg havi kannað hópgravir í mong ár, men eg havi ongantíð funnið kvinnur og børn, sum eru tikin av døgum uttan nakra veruliga grund, sigur Greg Kehoe.

Amerikonsku myndugleikarnir hava valt hann at hjálpa einum serligum dómstóli, sum teir iraksku myndugleikarnir hava skipað. Í fimm ár hevur hann kannað hópgravir í Bosnia fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag, og síðani 1. september hevur hann leitað eftir hópgravum har norðuri í Irak.


Fleiri túsund

Har hava hann og hjálparmenn hansara funnið fleiri hópgravir nakrar kilometrar frá býnum Hatra. Í einari grøv hava teir funnið líkini av minst 300 kurdiskum kvinnum og børnum, og í einari aðrari grøv lógu líkini av monnunum. Alt bendir á, at kvinurnar og børnini vórðu skotin við hondvápnum, meðan menninir vórðu skotnir við maskinbyrsum.

Greg Kehoe og menn hansara hava funnið níggju hópgravir higartil, og teir halda, at har liggja líkini av fleiri túsund kurdum. Greg Kehoe heldur, at myndugleikarnir fluttu kurdarnar higar, og at teir síðani vórðu skotnir og jarðaðir í hópgravunum.

-Hetta eru deyðans markir, sigur hann.

Saddam Hussein kemur ætlandi fyri rættin í Bagdad næsta ár. Har verður hann ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini. Eingin veit við vissu, hvussu mangir kurdar og aðrir irakar vórðu fyribeindir í hansara tíð. Greg Kehoe heldur, at talið er um 300.000.