Deyðans drotning

Steintór Rasmussen og onnur hava verið í upptøkuhølunum, nú koronasmittan herjar, og hava givið út nýggjan sang.

Tey serkønu koma við góðum ráðum. Politikarar siga, hvat fólkið skal gera. Landið liggur í andaleypi. Heimurin er broyttur.

 

Alt skyldast einari sótt. Korona.

 

Deyðans drotning er ein tíðarmynd. Eitt tónlistarligt ískoyti uppá 4 minuttir. Steintór Rasmussen hevur skrivað orð og lag. Sangurin er innspælur í Mike Studio í Klaksvík í teimum seinastu koronadøgunum í apríl.

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Røddir: Rakul Ró Steintórsdóttir og Karl Martin Samuelsen
Harmonika: Heri Schwartz Jacobsen
Tangentar: Ingi Isaksen
Øll onnur ljóðføri: Mikkjal Hvannastein
Upptøkur og ljóðbland: Mikkjal Hvannastein
Video, klipt og sett saman: Mikkjal Hvannastein
2 myndir eru frá
http://www.eydbiimyndir.com/

  

Lagið kann hoyrast og síggjast niðanfyri.

 

https://www.youtube.com/watch?v=8HR8DZaaMSs