John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
Tá fyrrverandi forsetin í Irak, Saddam Hussein, varð dømdur og avrættaður, varð formaður Sambandsflokksins siteraður í fjølmiðlunum fyri at siga at rættvísi hevði sigra í Irak.
Hetta var eisini fult í tráð við sjónarmiðini hjá nýggja ST aðalskrivaranum Ban Ki- Moon:
“ Saddam Hussein hevði ábyrgdina av andstyggiligum brotsgerðum og ræðuligum harðleikum ímóti sínum fólki, og vit mugu ongantíð gloyma, hvussu umfatandi hansara brotsgerðir vóru!”
Sambært fjølmiðlunum undirstrikar ST aðalskrivarin, at avgerðin um at nýta deyðarevsing er upp til stjórnirnar í teimum ymsu londunum, og at ongin, sum er sekur, eigur at sleppa undan revsing orsakað av síni tingarstøðu.
Gloyma skjótt
Vit mugu eisini minnast at IRAK er framvegis í krígsstøðu og uppgerðin við fortíðina undir ræðuliga einaræðinum hjá Hussein ikki enn er liðug.
Fyri bert 60 árum síðan var eisini uppgerð við leiðarar í Nazi Týsklandi og flestu av oddamonnum Hitlers endaðu gálganum.
Eftir at teir sameindu høvdu fríða Danmark og Norra vóru stuðlar hjá týskunum somuleiðis avrættaðir. Á politigarðinum í Keypmannahavn var ein serlig politideild mannað til at taka sær av landasvíkjarum, sum vóru dømdir til deyða.
Landasvíkjarar vóru stillaðir frammanfyri ein betongmúr og skotnir, og ein av “bøðlunum” greiddi fyri stuttum frá í sjónvarpssending at tað stóð ikki á at fáa sjálboðin at manna serligu politideildina.
Eiga at stuðla
Tað man vera ein løgin kensla sum IRAKiskir fólkavaldir politikarar sita við, tá teir hoyra vesturlendingar verja gomlu ilmennini í løgdu landi í oyði við at føra long og kostnaðarmikil kríggj við grannalondini.
Vit hava tíbetur avtikið deyðarevsing á okkara leiðum, tí vit hava í hálva øld liva eina friðarliga tilveru og eru signaði við friði.
Veruleikin í Irak er ein heilt annar og tí eiga vit ikki við okkara sjálvsrættvísi at siga irakiska fólkinum hvussu tey skulu skipað sína rættvísi uppgerð við fortíðina.