Deyðadómur broyttur

Fyri einum ári síðani varð iranska kvinnan Leyla Mafi dømd til deyða fyri skøkjuvirksemi og fyri at hava átt eitt barn uttan fyri hjúnarlag, men eftir áhaldandi mótmæli úr útheiminum er dómurin nú broyttur. Sambært Aftenposten skal kvinnan hava 99 koyrlasløg umframt hálvt fjórða ára fongsul.

Leyla Mafi bleiv noydd at liva sum skøkja, longu tá hon var átta ára gomul. Tað var familjan, sum noyddi hana til tess. Sum blaðung fekk hon barn og varð dømd fyri skøkjulevnað. Tá hon var tólv ára gomul, fekk ein afghanskur maður hana til konu, og hann noyddi hana at halda fram sum skøkja. Seinni varð hon seld einum 55 ára gomlum manni, sum eisini noyddi hana at halda fram við skøkjulevnaðinum. Tað endaði við, at hon fekk tvey børn afturat. Tá Leyla Mafi var 18 ára gomul, bleiv hon dømd fyri skøkjuvirksemi og fyri at hava átt børn uttan fyri hjúinarlag. Hon varð dømd til deyða, men hesin dómurin er nú broyttur.

Sambært Aftenposten hava fleiri kanningar víst, at Leyla Mafi er menningartarnað, og at sálarliga er hon sum eitt átta ára gamalt barn.