Eva Jørgensen, Vi ses i morgen, Rosinante, 2007
Tey høvdu kent hvønn annan, síðani tey vóru skúlabørn og høvdu verið starvsfelagar í fleiri ár. Tí fnisaðu vinirnir eitt sindur, tá journalisturin og sjónvarpskvinnan Eva Jørgensen og starvsfelagin Steffan Knudsen brádliga uppførdu seg sum nýforelskaðir tannáringar. Skjótt var brúdleyp á skránni, og 40 ára gamla Eva Jørgensen fann út av, at hon var uppá vegin fyri fyrstu ferð.
Hálvan annan mánað seinni fær Steffan Knudsen at vita, at hann er deyðiliga sjúkur. Og 10 mánaðir eftir at sonur teirra varð føddur, doyr Steffan í 2006 bert 44 ára gamal.
Í bókini Vi ses i morgen minnist Eva Jørgensen, hvussu sjúkan umskapaði eitt paradís av forelskilsi og kærleika til eina marru av skuldarkenslu og deyðsangist.
- Vit sova í smáum, bangnum rykkum. Tora ikki at geva okkum til svøvnin. Svøvnur er fravera. Frávera er deyði. Steffan skal doyggja. Maðurin, sum liggur og svevur við berum yvirkroppi við síðuna av mær, er við at hvørva. Eg kann nema við hann, men eg kann ikki halda honum fast, skrivar Eva Jørgensen einastaðni.
Kortini vil hon vera við, at bókin er ein kærleikssøga, tí sum hon sigur
- Kærleikin er viðbrekin. Tað mást tú sanna, tá tað menniskja, tú elskar mest av øllum, spakuliga broytist so nógv, at tú neyvan kennir tað aftur.











