Tað er ikki óhugsandi, at tveir norðmenn, sum hava fingið deyðadóm í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, sleppa til Noregs. Teir báðir norðmenninir, Joshua French og Tjostolv Moland, vórðu í fjør dømdir til deyða fyri at hava myrt ein bilførara og fyri njósning.
Aðalstjórin í norska løgmálaráðnum, Morten Ruud, sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at teir báðir dømdu sleppa ikki til Noregs, fyrr enn teir hava góðtikið at rinda avvarandi hjá tí myrda bilføraranum endurgjald.
Tað hava myndugleikarnir í Demokratiska Lýðveldinum Kongo sagt, men kunnu partarnir semjast um tað, er einki, sum forðar fyri, at menninir kunnu sleppa til Noregs, sigur hann.
Tað er ikki greitt, hvussu stórt endurgjaldskravið ímóti teimum báðum norðmonnunum er, men undir rættarmálinum í fjør var kravið 30 milliónir krónur.