Seinasta vikuskiftið hittust umleið 40 fangar, sum fyrr hava sitið á deyðsgongini í amerikanskum fongslum. Á einum lærdum háskúla í Chicago skipaðu teir fyri einum fundi, hvørs endamál var at vísa teimum deyðadømdu í statinum Illinois stuðul.
Guvernørurin í Illinois, George Ryan, umhugsar í hesum døgum, um hann skal broyta dómarnar hjá teimum 142 fangunum, sum eru dømdir til deyða, og sum bert ganga og bíoa eftir at verða avrættaðir. Guvernørurin fer úr embætinum tann 13. januar, og fundurin í Chicago varð skipaður til tess at eggja guvernørinum til at ógilda allar deyðadómarnar og at broyta teir til lívlanga fongsulsrevsing ístaðin fyri.
George Ryan, guvernørur hevur fleiri ferðir funnist at deyðarevsingini, sum fleiri amerikanskir statir framvegis hava. Hann vísir á, at í nítiárunum varð fleiri ferðir komið eftir, at fólk høvdu fingið deyðadóm, sjálvt um tað seinni vísti seg, at tey vóru ósek. Hetta hevði við sær, at síðani januar í 2000 er eingin fangi avrættaður í Illinois.
Síðani deyðarevsingin varð sett aftur í gildi í USA í 1976, eru meiri enn hundrað deyðadømdir fangar slopnir leysir, tí tað vísti seg, at teir vóru ósekir.