Deyðadømda Ashtiani kann fáa friðskjól í Íslandi

Í Iran er Sakineh Mohammadi Ashtiani dømd til deyða fyri hor. Nú hevur Ísland boðið henni skjól

Tað var undir einum orðaskifti í Altinginum mánadagin um íslendskan uttanríkispolitikk, at Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, nevndi, at hann hevur sagt iransku myndugleikunum, at Ísland er til reiðar at veita teirri deyðadømdu kvinnuni friðskjól. Hann segði tó einki um, hvat iranar siga, ella um teir yvirhøvur hava svarað.
Tað vakti stóran ans víða um heimin, tá tað frættist, at iranska dómsvaldið hevði dømt Ashtiani til deyða, og tá íslendski uttanríkisráðharrin hevði orðið á ST-aðalfundinum seinasta vetur, nýtti hann høvið til at biðja iransku myndugleikarnar geva kvinnuni grið.
Sambært altjóða tíðindastovunum er tað eitt sindur ógreitt, hvørjari støðu Ashtiani er í nú. Hon situr enn í varðhaldi, men okkurt bendir á, at deyðadómur hennara verður ikki fullførdur.