Hægstirættur í Libya hevur fyrrapartin staðfest deyðadómarnar ímóti einum lækna og fimm sjúkrasystrum úr Bulgaria. Tey seks, sum hava sitið í fongsli síðani 1999, eru dømd fyri at hava givið 438 libyskum børnum HIV-smittað blóð. 56 av teimum smittaðu børnunum eru seinni deyð.
Bulgaria og ES hava kravt, at tey seks verða latin leys, tí tey eru ósek. Millum annað hava altjóða serfrøðingar staðfest, at hiv-smittugølan í Libya byrjaði, áðrenn tey seks komu hagar at arbeiða.
Í gjár ljóðaði, at ein semja var fingin um málið, men fyrrapartin staðfesti libyski hægstirættur deyðadómarnar.
Tað er tó ikki vist, at tað seinasta orðið er sagt í hesum máli, tí í Libya er eitt serligt ráð undir løgmálaráðnum, sum kann broyta avgerðir hjá hægstarætti.








