Deyðadómar í Hvítarusslandi

Hægstirættur í Hvítarusslandi dømdi í dag tveir 25 ára gamlar menn til deyða, tí teir sambært rættinum skipaðu fyri einari bumbuspreinging í høvuðsstaðnum Minsk í vár, sum kostaði 15 mannalív. Spreingingin var tann ringasta yvirgangsatsóknin í Hvítarusslandi, síðani landið gjørdist sjálvstøðugt í 1991.

Dmitrij Konovalov og Vladislav Kovaljov vórðu tiknir tríggjar dagar aftan á bumbuspreingingina, sum var bara nakrar fáar hundrað metrar frá skrivstovuni hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta. Sambært ákæruritinum var hetta ikki tann fyrsta bumbuspreingingin, sum teir báðir høvdu skipað fyri. Eitt nú høvdu teir sprongt eina bumbu í Minsk í 2008.

Mannarættindafelagsskapir høvdu mælt dómaranum, Aleksander Fedortsov, frá at døma teir báðar menninar til deyða, men hesum lurtaði hann ikki eftir.

Hvítarussland er tað einasta landið í Evropa, sum framvegis hevur deyðarevsing.