Ein fyrrverandi amerikanskur herflotamaður, sum eisini er iranskur ríkisborgari, er dømdur til deyða í Iran fyri njósning. Tíðindastovan Fars skrivar, at kollveltingardómstólurin dømdi mannin til deyða fyri at hava njósnast fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA.
Tann 28 ára gamli Amir Mirzai Hekmati varð tikin í desember, og sambært iransku fregnartænastuni hevði hann verið í venjingarlegu á amerikonskum herstøðum í grannalondunum Irak og Afghanistan. Iranska ákæruvaldið sigur, at maðurin hevur viðgingið, at hann hevur havt samband við CIA, men at hann hevði ongar ætlanir um at gera seg inn á Iran.
Sum skilst hevur Amir Mirzai Hekmati fyrr verið í iranska sjónvapinum og greitt frá, at hann hevði arbeitt fyri CIA. Amerikanararnir hava víst hesum aftur, og teir hava kravt, at Iran skuldi lata mannin leysan alt fyri eitt.