Fótbóltur
Arvafíggindarnir og tey bæði mest vinnandi liðini í enskum fótbólti, Liverpool og Manchester United, hittust á Anfield Road í Liverpool sunnudagin.
Saman við hinum stórdystinum sunnudagin – tann millum Arsenal og Chelsea – varð dysturin á Anfield róptur at vera ein av teimum, sum skuldi avgera meistaraheitið. Og heldur hendan útsøgnin, so verður tað ikki í juni komandi ár, at Liverpool skal enda 18 ára longu bíðitíð sína.
Tí hóast greiða leikliga yvirvág, so megnaði Liverpool ikki at toga stigini til høldar sunnudagin. Stutt undan steðginum stóð lítli Carlos Tevez á júst rætta staðnum, og so kundi hann snara bóltinum í kassan eftir hornaspark.
Liverpool hevði annars nakrar góðar møguleikar, men eydnan var ikki við teimum reyðu, og ístaðin átti Rooney at punktera dystin, tá hann móti dystarenda gjørdist púra leysur.
Arsenal helt tørn
Á Emirates Stadion í London var somuleiðis stórdystur, tá Arsenal tók ímóti grannunum úr Chelsea. Her fekk Chelsea ein dyggan smeit, tá teir eftir góðum hálvum tíma mistu John Terry, eftir at hesin hevði fingið eina harða stempling.
Og tað skuldi gerast verri beint undan steðginum, tá Petr Cech avgjørt ikki líktist heimsins besta málverja. Hann fór flákrandi út eftir einum hornasparki, sum hann fór púrasta skeivur av, og so kundi fyrrverandi Chelsea-spælarin William Gallas stúta einsamalla málið í meskarnar.
Sum 2. hálvleikur leið, spenti Chelsea álopsbogan alt meiri. Tað bar spentar støður í báðum endum við sær, men einki mál spurdist burturúr. Hjá Chelsea vóru tað Andrej Shevchenko og Shaun Wright Phillips, sum misnýttu stórar møguleikar. Arsenal misnýtti størstu møguleikarnar. Tvær ferðir vórðu mál kolldømd fyri rangstøðu, og innskifti Robie van Persie misnýtti størsta møguleikan av øllum.
Tvey hattrick
Hóast hesir báðir dystirnir vóru teir, sum tóku stóru yvirskriftirnar, so var eisini full ferð á í øðrum uppgerðum. Ikki færri enn tvey hattrick vórðu skotin á JJB Stadium, har Blackburn vitjaði Wigan. Roque Santa Cruz megnaði nærum einsamallur at toga Blackburn aftur í dystin, tá hann skeyt hattrick, men við teimum báðum seinastu málunum fekk Marcus Bent eisini sítt hattrick og vissaði Wigan stigini.
Og á Fratton Park hjálptu hagtølini lítið hjá Portsmouth í dystinum móti Tottenham. Portsmouth hevði annars ikki tapt í ellivu dystum, og Tottenham hevði ikki vunnið á útivølli hetta kappingarárið. Men við einsamalla málinum frá Berbatov kundu gestirnir kortini fara avstað við øllum.
Og við einum 4-2 sigri á Bolton sníkti Manchester City seg eisini inn í topp fýra. Bolton legði seg annars á odda, men Manchester vísti enn einaferð, hví teir hava eina úrtøku upp á 100% á heimavølli í ár.