Devilsins tannlækni fer at leggja føroyingar undir nálina

Tatt-fest er um vikuskiftið og tað merkir, at fleiri føroyingar fara at fáa sær eina tattovering ella báðar tvær. Seinastu árini hava altjóða tattovørar vitjað Føroyar í mai mánaði, har teir eru savnaðir rundan um tað listagrein, sum eitur tattoveringar. 

 

 

Øll árini hevur tiltakið verið nógv vitjað og tað bæði av gestum og av útlendskum tattovørum. Í ár er einki undantak, og størsta tattovørnavnið á festivalinum hesaferð rópast Devils Dentist. 

 

 

Aftrat honum eru hesi tattovør nøvn á skránni:

 

 

Alex - Rites of Passage
Ástþór - Tattoo & Skart
Dagur - Bleksmiðjan
Dino _ Magic Lair
Ingi - Bleksmiðjan
Jóhanna - Bluebird
Joel - Livets Salt
Terji - Tattoo.fo
Thomas - Wicket Workshop
Wiebke - Donna Tinta

 

 

Tiltakið byrjar fríggjadagin klokkan 14.00 og heldur fram til sunnukvøldið á midnátt.