Dettur niður í kvøld

Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur nú, at leivdirnar av fylgisveininum UARS fara at detta niður á jørðina millum klokkan 21 í kvøld og klokkan eitt í nátt. Hinvegin dugir NASA ikki at siga, hvar á jørðini pettini fara at detta niður. Tað sæst ikki fyrr enn einar tveir tímar frammanundan.

NASA hevur sagt, at fylgisveinurin fer væntandi í 26 petti, tá hann kemur niður ígjøgnum atmosferuna. Tað størsta pettið vigar 150 kilo og fer at raka jørðina við 150 kilometra ferð um tíman.

UARS, sum er ein stytting fyri Upper Atmosphere Research Satellite, er 20 ára gamal. Vanliga ber tað til at stýra einum fylgisveini, sum er á veg niðuraftur, men trupulleikin við UARS er, at hann hevur einki brennievni eftir, og tí kann NASA ikki brúka rakettmotorarnar, sum eru ætlaðir at stýra fylgisveininum við. Av tí sama ber ikki til at siga, júst hvar leivdirnar av honum detta niður. NASA sigur tó, at vandin fyri, at nakar fær petti av honum oman yvir seg, er sera, sera lítil.