Dettið ikki úr lívstryggingarskipanini

Føroya Fiskimannafelag ger nú vart við, at limir felagsins eiga at ansa eftir, at teir ikki detta úr lívstryggingarskipan felagsins.

- Vit skulu gera vart við, at teir limir okkara, sum gevast at arbeiða vegna sjúku, farloyvi ella arbeiðsloysi, hava møguleika at halda fram í samhaldsføstu lívstryggingarskipanini hjá felagnum.

Felagið kunnar eisini um, hvørjar treytirnar eru fyri at kunna halda fram í skipanini. Hesar treytir eru, 1) at limurin innan seks mánaðir sjálvur byrjar at gjalda tryggingargjald, sum feløgini hava ásett, 2) at limurin annars heldur allar limaskyldur sínar, 3) at limurin ikki gerst limur í øðrum fakfelag og/ ella byrjar at arbeiða innan sáttmálaøkið hjá øðrum fakfelag og 4) at limurin ikki er farin um eftirlønaraldur.

Lagt verður aftrat, at limir, sum vilja hava meiri at vita um hesi viðurskifti, kunnu venda sær til felagið og fáa nærri upplýsingar um tryggingargjald og konto, har gjaldið skal flytast.

- Tað er limurin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, at tryggingargjøldini verða goldin, sigur Føroya Fiskimannafelag í kunning til limir sínar.