Detta niður ímillum tá tey gerast 18 ár

Lógin hjálpir ikki ungum, sum ikki duga at liva eitt vaksnamannalív, sigur Høvuðsbarnaverndarnevndin

Høvuðsbarnaverndarnevndin viðgjørdi 198 mál í fjør innan umsorganaryvirtøku, samveru, familjuviðgerð og bráðfeingisavgerðir. 

 

Ein av niðurstøðunum í ársfrágreiðingini hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini er, at ung, sum eru tikin burtur úr heiminum, ofta hava tørv á stuðuli, sjálvt eftir at tey eru fylt 18 ár.

 

Summi teirra eru so illa fyri, at ivasamt er, um tey nakrantíð verða før fyri at liva eitt vanligt vaksnamannalív.

 

Tað er tó soleiðis, at einki veruligt tilboð er til hesi ungu, tá ið tey eru fylt 18 ár.

 

Í einstøkum førum er lógin tó tambað eitt sindur, so hesi ungu framhaldandi kunnu búgva hjá fosturfamiljum, til dømis til tey eru liðug við miðnámsskúlan, men eftir tað eru eingir stuðulsmøguleikar.

 

Nevndin heldur, at hesi ungu hava brúk fyri onkrari fyriskipan, sum kann hjálpa teimum. Í løtuni eru 11 ung yvir 18 ár á stovnum og sjey eru hjá fosturfamiljum. Tvey eru á stovni í Danmark. 

 

Les meiri um arbeiðið hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.