Politikkur
Tjóðveldisflokkurin hevði um vikuskiftið floksting heima á Sandi. Luttøkan var rættiliga teir báðar dagarnar, ið flokstingið vardi. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, fegnast um stóru luttøkuna á flokstinginum, og hann heldur, at flokkurin ongantíð hevur verið betri fyri.
?Hetta flokstingið var sjálvsagt rættiliga nógv merkt av, at eitt valstríð stendur fyri durum, sigur Høgni Hoydal.
Flokkurin hevur m.a. tríggjar faldarar, ið viðgera ymisk traðrir í politikki Tjóðveldisfloksins við atliti at teimum seinatu fýra árunum.
Sum vera mann, so helt Høgni Hoydal eisini sína formansfrágreiðing.
Hann legði dent á, at einasta forðingin fyri einum frælsum Føroyum liggur í okkara egnu politisku skipan, har flokkar ikki megna at halda seg til tey mál, sum eru sett. Síðani fólkaatkvøðan varð avlýst fyri ári síðani, hevur tað verið ómetaliga trupult at halda stev. Um ikki uppskotið til sjálvstýri Føroya fólks hevði verið samtykt júst tá, so hevði neyvan borið til at framt tey stóru stigini, sum kortini eru tikin.
Høgni Hoydal segði, at gongdin í tinginum seinastu dagarnar vísir, hvussu skjótt vit kunnu detta aftur í fýrsini, um vit ikki halda fullveldiskósina.
Hann sló fast, at komandi løgtingsval er eitt lagnuval. Antin halda vit fram á frælsiskósini ella detta vit aftur í heimastýrisóskilið, sum kostaði øllum føroyingum vælferð og mundi gjørt av við okkum sum tjóð. Tjóðveldisflokkurin má tí gerast so sterkur á løgtingvsalinum 30. apríl, at ikki slepst uttanum hann í eini komandi samgongu. Og tí setur Tjóðveldisflokkurin øll segl til í valstríðnum.
Vil hava Javnaðarflokkin við
Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin fegin vil aftur í samgongu, og ynski eru um at fáa bæði Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin við í eina samgongu.
Høgni Hoydal sigur seg ásanna, at tað ikki er so gott samband millum Tjóðveldis- og Sambandsflokkin, og tað verður ikki samgonga millum hesa báðar flokkarnar.
Tjóðveldisflokkurin samtyki eisini á flokstinginum einum yvirlýsing, sum staðfestir gongdina á sjálvstýrisleið, og hendan gongdin verður hildin at vera altavgerandi.










