?Det Syngende Selskab? í Norðurlandahúsinum

Stórur áhugi er fyri konsertini hjá ?Det Syngende Selskab? og kórinum Suð, sum verður í Norðurlandahúsinum í dag. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, um pláss eru eftir og annars gjøgnum heimasíðuna www.nlh.fo allar tíðir á samdøgrinum.

 

Hóskvøldið høvdu tey konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, fríggjakvøldið fyri fullsettum Ósáskúla í Klaksvík, og í dag klokkan 16 verður seinasta høvi at hoyra tey í Norðurlandahúsinum í Havn.

Tað nevna seg ?Det Syngende Selskab?, og í hesum bólki er okkara egni tenorur Ernst Sondum Dalsgarð, Merete Sveistrup, sopran og Pia Schnack, mezzosopran. Kendi klaverleikarin, Vagn Sørensen, leikar undir hjá teimum.

Framførd verða verk úr operum, operettum og musicals. Skráin er sera fjørlbroytt, og hon er sett saman júst til hesar konsertirnar í Føroyum.

Í Ósáskúlanum luttók eisini kórið Suð við Steinvør Fonn sum leiðara, og Suð verður eisini við á konsertini í Norðurlandahúsinum í dag.

Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið sum skipa fyri, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni www.nlh.fo eins og á heimasíðuni www.konsertfelag.net.

Eftir konsertina í Klaksvík, hevði Norðlýsið hesa lýsing av tiltakinum:

?Fríggjakvøldið var høllin í Ósáskúlanum fullsett av klaksvíkingum og eysturoyingum, sum vóru vitni til eina forkunnuga, fantastiska og undirhaldandi framførslu av operasangi og kórsangi. Saman við kvinnukórinum Suð góvu Merete Sveistrup, Ernst Sondum Dalsgarð og Pia Schnack áhoyrarunum eina framúr konsertuppliving.

- Hetta var sum í London, læt í einum av áhoyrarunum, tá seinasta eyka framførslan var liðug...?

Konsertin er veruligt krás til opera-og