Det ser veldig bra ut

Hetta var fyrsta óformella viðmerkingin, sum Kjell Terjesen frá ISA-Sport Nordic, hevði til vøllin í Klaksvík. Hann og Inge Lena Terjesen hava kannað nýggja graslíkisvøllin við Djúpumýri í Klaksvík í allan dag.

 

Hvussu langt rennur bólturin, hvørja friktión veitur grasið, hvat er bóltlopið, hvussu nógv dempar undirlagið stoyt, og hópin av øðrum kanningum eru gjørdar um alt á vøllinum í dag.

 

Eisini varð kannað, hvussu beinur vøllurin er, serliga eftir strikunum, har avvikið ikki skal vera meir enn 1 cm loddrætt uppá 3 m eftir linjuni.

 

Nógvar av teimum ymisku royndunum eru lagdar inn í telduskipanir, sum síðani verða nærri eftirkannaðar á skrivstovuni hjá ISA-Sport Nordic í Noregi; og um ein lítlan mánað fyriliggur so ein frásøgn og niðurstøða, sigur Kjell Terjesen frá ISA-Sport Nordic, sum tók afturí aftur:

 

– Det ser vældig bra ut!

 

Hyggið eftir myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Orð og myndir: Dávur Winther