Det rykker i det nordlige Atlanterhav

Politikken bjóðar lesarunum eina øðrvísi stórbýarferiu – í Havnini.

 

 - Det rykker i det nordlige Atlanterhav. Soleiðis ljóðar yvirskriftin yvir eini ferðafrásøgn um Havnina í Politiken.

 

- Havnin blandar søgulig hús við sushi, sum ber av øllum, og slóðbrótandi handlum. Og so er býurin eisini eitt portur til ótrúligu náttúruna á oyggjunum.

 

Politiken hevði í gjár eina ferðafrásøgn úr Havnini. Hetta er teirra boð upp á eitt øðrísi stórbýarvikuskifti.

 

Eftir at høvundurin fyrst tosar um tann vøkstur, Havnin upplivir í løtuni, við nýggjum miðnámsskúla og nýggjum bankahásæti, gevur Lisbeth Nebelong sítt boð upp á, hvussu ein kann nýta og njóta eitt vikuskifti í Havnini.

 

Smiðjan í Lítluvík, Etika og Café Natúr fáa vitjan fríggjadag, meðan leiðin leygardagin fer framvið Kaffihúsinum, Havnar Kirkja, Guðrun & Guðrun, Öström, Tjóðarsavninum Koks og Sirkusi. Sunnudagin stendur svimjihøllin í Gundadali á skránni, eins og  Listasavnið og Norðurlandahúsið.

 

Greinin er at finna her