Jón Ellendersen
Fyri øld síðani, vóru føroyingar so dánt slopnir undan danska embætismannaveldinum, sum fáur mundi hava nakað gott at bera. Flestu teirra virdu ikki føroyingin meiri enn kríatúrini í túnin-um, og nýttu teir stóran part av tíðini her uppi, at ríka seg sjálvar av armóð føroyinganna. Teir hildu væl saman og syrgdu væl fyri hvørjum øðrum.
Skaldsøga Williams gevur okkum eina ógloymandi mynd av støðuni sum hon var í fleiri hundrað ár, men hóast vit neyvan fáa armarnar niðuraftur af frøði um, at soleiðis er ikki longur, hevði William helst skriva við somu orðum, skuldi hann lýst føroyska embætismannaveldið og politikaraveldið í Føroyum 2005.
Sjónvarp Føroya bar okkum mánadagin hin 17. januar eitt gott dømi um hvussu lítið embætismenn og politkarar virða tey menniskju, her búleikast.
Tvær russiskar kvinnur noyddust at banka uppá hjá Jógvani við Keldu, tí onnur hevði ikki hoyrt eitt orð frá innlendismálaráðnum í 1 _ ár og hin hevði bíða rættiliga leingi eisini. Eg meini, lat fara at málið er so fløkt fyri Jógvan við Keldu, at heilin ikki megnar at rotera nóg skjótt, men hann hevur hóast alt ein hóp av embætisfólki sum ? um ikki annað ? kundu send kvinnunum eitt stutt skriv fyri at kunna tær um gongdina í málinum. Men nei, ikki eitt orð í hálvt annað ár.
Hetta er bert eitt dømi um tann margháttliga hugburðin, sum ræður millum politikarar og embætisfólk, ikki minst í Havnar kommunu. Tað seinasta eg veit er, at ein heil familja noyddist at flýggja til Danmarkar undan sosialu deild v.fl. stovnum vegna valdsmisnýtslu so grova, at eingin hending í Det Gode Håb kemur uppá síðuna av tí, sum fór fram. Og sjálvandi, tá onkur politikari hoyrdi um málið lovaðu teir gull og grønar skógir, tí hetta bar ikki til, og tað skuldi fram í Løgtingið o.sfr., men einki, absolutt einki hendi. Og soleiðis er gongdin hvørja ferð tað snýr seg sum útlendingar ? sjálvandi alt eftir hvørjum landi teir koma úr, brekað og veik. Tey verða kvett av, fryst úti og kenna seg hava lítið og einki samband við "Tú alfagra land mítt".
Og so var tað líka hesir ólukku embætismenn, sum fjálga um hvør annan í nú hesi nevndini og nú hesi, við lønum úr 20.000 krónum upp í (í minsta lagið) 100.000 krónum eyka um árið, og tað samstundis sum teir fáa løn frá egnum arbeiðsgevara fyri teir tímar, teir eru burtur frá arbeiði. Ella, sum postverkstjórin segði: "Eg haldi ikki tað bilar um eg ikki eri so nógv á posthúsinum, eg eri jú stjóri alt samdøgrið!" Hetta svaraði hann, tá hann var spurdur um hvussu hann, við so nógvum nevndarsessum, fekk tíð at vera á posthúsinum. Jú, gamaní. Hvør privatur stjóri hevði verið stjórið leingi við hasum hugburðinum. Og so helt posverkstjórin, at 90.000 kr. eyka um árið fyri ein nevndarsess ikki var burturvið, ella sum hann segði: "Eg havi sjálvur verið við til at áseta upphæddina!"
Og meðan allir hesir embætismenn og politakarar fjálga um seg sjálvan og hvør annan, summir við at játta sær sjálvum glæstri-borg fyri einar 75.000.000 og ein ríviliga lønarhækkan, ja, so mugu russisku kvinnurnar, flýggjaða familjan, tey heimleysu og tey brekaðu lata seg noyða við, at sleppa at síggja myndirnar av "vælgerarum" teirra í SVF, Dimmu ella Sosialinum.
Jú, gomorin Jógvan við Keldu, málið var so fløkt, at tað ikki bar til at hava umsorgan fyri teimum kvinnunum, sum við bivandi hjarta ikki vita, hvørt tær eru keyptar ella seldar. Men, vit kunnu ugga okkum við, at hetta er ikki fyrstu ferð heilin hjá Jógvan ikki megnar at rotera nóg skjótt í málum, tey í 5. flokki rokna út eftir 1/2 tíma.
Men, men, eitt skalt tú tó eiga, Jógvan við Keldu, tú fekst Dan Klein at lata 10.000 kr. til Reyða Kross, meðan tú sæt uppi í innlendismálaráðnum og sang: "Babbar mugu ikki forstýrast, babbar eru álitismenn .....!"










