Nú kunna øll royna uppskriftirnar hjá Morten Heiberg. Lindhardt og Ringhof hevur givið út bók, ið savnar fleir enn 100 dessert-uppskriftir.
So pedagogiskur sum harra Heiberg er, so byrjar hann bókina við at skriva nøkur orð um hvat eyðkennir góðar rávørur og hvussu tær skula handfarast og ikki minst hvat krevst av útgerð. Og so fer hann annars til verka við køkum, tertum, ísi, parfait, sorbet, mousse, soufflé osfr.
Morten Heiberg var í 1993 hoff-kokkur hjá Margrethu drotning og hevur annars royndir frá allan heim. Ikki minst í Japan, har hann næstan er vorðin størri dessert-stjørna enn her á okkara leiðum. Millum annað rekur hann fleiri kondittarí í Japan við Jamie Oliver og henda mánaðin letur hann upp Morten Heiberg Store mitt í Tokyo.
Summi kenna kanska eisini Morten Heiberg-vørurnar, ið FK selur. Sjokoláta, ísur, turkað krydd, oljur osfr. Alt er hægsta støði.
Her er ein maður, ið brennir fyri sítt handverk og sína list.
Frálík bókin til dessert-fjepparan, ið júst er útkomin fær mítt besta viðmæli.
Heibergs Store Dessertcirkus, Morten Heiberg, Lindhardt og Ringhof, 288 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 276 í føroysku bókabúðunum