Desperatur vakurleiki

Teri Hatcher ein av kvinnunum í sjónvarpsrøðini um desperatu húsmøðurnar í USA. Hon gevur í eini samtalu við amerikanskt tíðarit nøkur góð ráð um vakurleika. Eitt av ráðunum er at fara í vínbað.

- Onkur hevur fortalt mær um, at tað eru nógvir góðir ingrediensir í víni, og um tú hevur eina upplatna fløsku av víni standandi, sum tú ikki ætlar tær at drekka, kanst tú bara tøma hana í vatnið í baðikarinum, sigur Teri Hatcher.