Suðurafrika jarðaði í dag Desmond Tutu, sum var erkabiskupur og anti-apartheid-fyrimynd.
Jarðarferðin var úr St. George's Cathedral í Capetown.
Tutu var víðagitin fyri sína ikki-harðskaps mótstøðu ímóti apartheidskipanini. Hann fekk friðarheiðursløn Nobels í 1984 fyri arbeiði sítt.
Desmond Tutu doyði annan jóladag, 90 ára gamal.
Jarðarferðin í dag var fyriskipað út frá ynskjum hansara um ikki at gera ov nógv burturúr. Bara umleið 100 fólk vóru til jarðarferðina í kirkjuni, sum var stroymd á netinum.
Cyril Ramaphosa, forseti, var høvuðsrøðari til jarðarferðina hjá manninum, sum nógv hava kallað »samvitska Suðurafrika« í árunum, tá landsins apartheidstýri var rikið frá valdinum og eitt nýtt fólkaræði varð bygd upp.
– Tutu var okkara moralska kumpass og tjóðskaparliga samvitska okkara, segði Ramaphosa.
Hann kallaði erkabiskupin fyri »ein krossfara í stríðnum fyri frælsi, rættvísi, javnrætt og frið - ikki bara í føðilandi sínum Suðurafrika, men í heiminum sum heild«.
Eftir røðuna gav forsetin einkjuni hjá Tutu, Nomalizo Leah, tjóðskaparliga flaggið,sum er kent sum »Mama Leah«. Hon sat í koyristóli í fremstu røði í einum lillalittum turriklæð – kirkjuilgi liturin hjá manni hennara. Slipsið hjá Ramaphosa hevði sama lit.
Taffelfjallið – býarteknið hjá Cape Town – er eisini upplýst í lilla ljósi seinastu dagarnar. Eisini ráðhúsið í býnum.
– Hann var ein lítil maður á vøkstri, men hann var eini risi okkara millu moralskt og andaliga, segði hin pensjoneraði biskpurin, Michael Nuttall, sum í fleiri ár var varabiskupur hjá Tutu.
Erkabiskupurin av Canterbyry, Justin Welby, segði í eini bandaðari røðu um Tutu, at »fólk hava sagt, at tá vit vóru í myrki, so gav hann ljós«, og at »tað hevur ført til alheims upplýsing í londum, sum stríðast við ótta, stríð, forfylging og kúgan.«
Tutu vera hámettur í øllum pørtum í suðurafrikanska samfelagnum, og síðan sunnudagin er hann heiðraður á ymsan hátt. Dagliga hava kirkjuklokkurnar kimað í Cape Town fyri at æra minni hansara.
/ritzau/Reuters