Gulleggið
Heimskendi stólurin Eggið heldur 50 ára føðingardag í hesum døgum. Og fyri at staðfesta, at arkitekturin Arne Jacobsen hevði lagt onki minni enn eitt designara gullegg, tá í 1958, eru 999 talmerkt gylt Egg júst send út í útvaldar handlar.
Fyri fyrstu ferð fæst stólurin nú í sjokulátalittum ruskinni og leðri við stelli úr hondpussaðari bronsu, sum fær ein serliga vakran ellisdám við tíðini.
Øll 999 Eggini eru gjørd í sama liti og tilfari. Á hvørjum einstøkum stóli er eitt unikt nummar graverað undir setrinum saman við einum stuttum teksti, ið sigur søguna um Eggið hjá Arne Jacobsen.
Upprunaliga var Eggið partur av innbúgvinum, sum Jacobsen teknaði til SAS Hotel Royal í Keypmannahavn. Tankin við stólinum var, at við snarimekanismuni, kann tann, ið situr í honum, sjálvur velja, hvønn ella hvat, hann vil vísa sítt uppmerksemi. Ella hann kann velja at venda øllum bakið og hvørva inn í sermerkta designið, sum inn í eitt hylki.
Eitt ekta Gullegg kostar 81.250 krónur. Upplivingin av at sita í einum Eggi kann tó gerast eitt sindur bíligari, um tú skrivar teg inn á kamar nummar 606 á SAS Royal Hotel. Tað er nevniliga einasta kamarið á hotellinum, sum framvegis er innrættað við upprunaligu Arne Jacobsen møblunum.
Poeturin
Hóast hon er komin til pensjónsaldur, er hon framvegis líka eiggilig, mjá og mjúk, sum tá arkitekturin Finn Juhl legði sína seinastu kínandi hond á Poeten sofuna í 1941. Tað sigst, at við rundleitta, mjáa skapinum, ynskti arkitekturin at tekna tátíðarinnar frælsu list inn í danskar møblar, sum annars vóru eyðkendir av beinum og køldum linjum.
Ein minni romantisk útgáva av søguni vil vera við, at Poeten var ein praktisk neyðloysn, tá Finn Juhl skuldi innrætta sína stovu, sum var so evaska lítil, at vanligar sofur ikki rúmaðust í henni.
Onnur halda uppá, at arkitekturin fekk íblástur til sofuna frá kendu teknirøðini ”Poeten”, sum enn er at finna í danska vikublaðnum Hjemmet. Staðfestast kann í øllum førum, at tá teknirøðin varð filmatiserað í 1959, sótu og lógu leikararnir í design-møblum hjá Finn Juhl – millum annað í Poeten sofuni.
Ein ektað Poeten hevur framvegis hondseymað betrekk og bein úr teak. Vilt tú hava eina slíka í stovuni, skalt tú av við einar 45.000 krónur.
PH lampan
Tað tók honum meir 10 ára gransking í ljósinum, men so var hon eisini har umsíðir í 1926: orginala og slóðbrótandi PH lampan hjá danska arkitektinum Poul Henningsen.
Hóast PH lampan hevur vunnið eina ørgrynnu av design virðislønum, var tað ongantíð designið í sær sjálvum, sum hevði størstan týdning fyri Poul Henningsen.
Poul Henningsen vaks upp í glæmuni frá petroleumslampum. Tá elektriska ljósið vann fram, gjørdi Poul Henningsen tað til sína missión at royna at temja tað. Við støði í glæmuni frá petroleumslampuni er PH lampan sostatt fyrst og fremst ein roynd at gera eina lampu, sum kastar bleytar skuggar og ikki blendar.
Í dag finst PH lampan í nógvum ymsum útgávum, so vara teg fyri eftirlíkingum. Fremsta eyðkennið við eini ektaðari PH lampu er framvegis, at hon kann brúkast sum bæði arbeiðs- og lesilampa, uttan at skyggja í eyguni á nakran hátt.
Ericofonin
Hvussu nógv munnu vera greið yvir, at kitsjuta, litfagra kulttelefonin við skapi sum eitt telefonhorn er framleidd av hámodernaðu fyritøkuni Ericsson? Og ikki bara tað – einaferð var Ericofonin, sum hon faktiskt eitur, nakað av tí mest modernaða, tú kundi hugsað tær.
Kravið til designið var, at gera eina lætta og lítla telefon, sum hartil var var løtt at brúka. Í 1954 kom so fyrsta Ericofonin á marknaðin og vóru tað sjúkrahús, ið serliga tóku nýggju telefonina til sín. Ein telefon, har alt var samlað í einum, var nevniliga munandi lættari at brúka hjá seingjarliggjandi sjúklingum, enn telefonir annars vóru tá.
Framleiðslan av Ericofonini steðgaði í 1972. Ert tú kortini so heppin at fáa bjóðað eitt av upprunaligu modellunum, kostar hon tær á leið 1200 kr. So ert tú eisini av álvara inni í Ericofon-hitanum og kanst sleppa at reypa tær av henni í onkrum av Ericofon fjepparabólkunum á netinum
Super-Ellipse borðið
Tað byrjaði við eini rundkoyring og endaði við kenda Super-Ellipseborðinum hjá matematikaranum og filosoffinum, Piet Hein, í 1968.
Tvey ár frammanundan hevði Piet Hein fingið til uppgávu at tekna eina rundkoyring til Sergels torgið í Stockholm. Piet Hein gjørdi av at geva rundkoyringini ellipseskap, sum hann fekk hug at menna víðari í onkrum líki. Har frá setti matematiska geniið sær fyri, at finna fram til tað vakrasta skapið ímillum rektangulin og ellipsuna.
Eftir nógvar og fløktar útrokningar, varð úrslitið eyðkenda Super-Ellipsuborðið. Sermerkta skapið gav skjótt íblástur kring allan heim til alt frá parkeringsplássum og skýskavarum til Olymiska Stadionið i Meksiko City í 1968 og gav frytnliga danska filosoffinum pláss á forsíðuni í amerikanska tíðarritinum Life Magazine.
Alvar Alto vasin
Best kendi vasin í designarasøguni man uttan iva vera sonevndi Alvar Alto vasin. Vasin sá fyrstu ferð dagsins ljós á eini framsýning í París 1936, har finski arkitekturin Alvar Alto lat hann inn undir dulnevni.
Dúgliga hevur verið gitt, hvaðan Alto hevur fingið íblásturin til sermerkta skapið, ið hevur givið vasanum pláss sum designara-ikon. Onkur vil vera við, at rundleitta, asymmetriska alduskapið er ein endurspegling av finska landslagnum og mongu finsku sjógvunum. At pápi Alto teknaði kort av landsløgum alt sítt lív, tykist at hava stuðlað uppundir hesar gitingar.
Í øllum førum er úrslitið ein vasi, har blómurnar kunnu skipast á óvanligar og individuellar hættir, ið ivaleyst hevur gjørt sítt til, at Alvar Alto vasin hevur verið so væl umtóktur hjá fleiri ættarliðum.
Sjálvur sýtti Alto avgjørdur at leggja fólki lag á, hvussu blómurnar skuldu setast í vasan. At hvørt blómutyssið í vasanum fekk sín persónliga dám var nevnliga altíð partur av sjálvum hugskotinum.