Designprís fyri Opel Insignia

Designstjórin hjá General Motors í Evropa, Mark Adams, hevur fingið designprísin Designbest 2009 fyri designið á nýggja Opel Insignia.

Tað er ein dómsnevnd av altjóða motorjournalistum úr 15 londum í Evropa, sum stendur fyri Designbest prísinum á hvørjum ári. Hesaferð var príshandanin í Istanbul í Turkalandi.


Mark Adams er 47 ára gamal, og hann hevur havt ábyrgd av designinum hjá GM í Evropa á Opel høvuðskvarterinum í týska býnum Rüsselsheim síðan 1. juni 2007


Hann hevur eisini ábyrgdina av designinum hjá Vauxhall-verksmiðjuni í Stórabretalandi og hjá Saab í Svøríki.