Designfelag stovnað

Leygardagin var føroyska fel­agið fyri designarar, Des­ign­fel­ag­ið, stovnað. Limirnir í felag­num eru høgtútbúnir de­sign­arar innan grafik, klædn­a­skap, vevna- og bundn­avø­rur, rúm, skap, møbl­ar, mótaframa og tekn­ing.

Umframt at skapa um­støð­ur fyri fakligum netverki og før­leik­a­men­ning vil fel­ag­ið virka fyri at profilera og pro­fess­i­onalisera design sum fakøki í føroyska sam­fel­ag­num.
Í nevndina eru vald Katr­ina í Geil, Sverri Heinesen og Hans Dávid Dam. Fyrsta nevnd­in hevur skipað seg við Katrinu í Geil sum formanni í Design­felagnum.