Designar alt frá pasta til flogfør

Italienarar eru kendir eru heimskendir sum designarar innan alt frá pasta til flogfør. Innan bildesign eru fleiri kend nøvn sum t.d. Bertone, Pinin Farina og Giorgetto Giugiaro, sum er ein av heimsins leiðandi ídnaðardesignarum

Hvat hava donsku metrotokini uttan tokførara, Marille-pasta og F3 myndatólið hjá Nikon, við hvørt annað at gera? Jú, felags fyri hesi trý produktini er, at tey hava sama designara, italska superdesignaran Giorgetto Giugiaro.

Seinastu 50 árini hevur 66 ára gamli norðuritalski designarin Giorgetto Giugiaro sett sín serliga dám á italskt design. Í dag er hann ein av heimsins leiðandi ídnaðaðardesignarum.

Hóast han hevur designað alt millum himmal og jørð - alt frá urum, brillum, pasta, fototólum, innbúgvi, motorbátum og flogførum, er bildesign tað, sum hevur hansara størsta áhuga.

Giorgetto Giugiaro varð føddur 7. august 1938 í lítla býnum Garessio í Norðuritaliu. Bæði abbin og pápin fingust við at mála, so hann vaks upp í einum kreativum umhvørvi. Seinni flutti familjan til Torino, har hann gekk á kunstskúla og lærdi seg tekniskt design.

Sum 17 ára gamal fekk hann starv hjá Fiat og sum 21 ára gamal varð hann settur í leiðandi starv hjá Bertone Styling Centre, eini av leiðandi italsku fyritøkunum innan bilframleiðslu og design. Í 1965 fekk hann leiðandi starv hjá Ghia, sum hava nógv samstarv við Ford.

Í 1967 stovnaði hann sína egnu fyritøku, Ital Styling, har hann eisini samstarvaði við Ghia, og í 1968 stovnaði hann eisini designfyritøkuna Italdesign-Giugiaro SpA.

Alt ið hann designar, verður gjørt út frá tí einfaldu filosofi at tað skal vera funktionelt, áðrenn tað kann blíva snøgt. Har við meinar hann, at tað eru ikki designarar sum uppfinna lutirnar, men tað gera t.d. uppfinnarar og handverkarar, síðan kunnu designararnir geva lutunum smart design.
Kelda: Fiat Magasinet "avanti"

_________________________________________________

Bilar sum Giorgetto Giugiaro hevur deseignað (í ein kassa)

1971-76: Maserati Bora, Merek og Quattroporte
1971:Alfa Romeo Alfasud
1974:Alfa Romeo Alfetta GT/GTV
1978:Audi 80
1984: Saab 9000 Turbo 16
2002:Alfra Romeo Brera
2003:Alfa Romeo 156
_________________________________________________