Design, brúkslist og antikk í Lítluvík

Um vikuskiftið verður Smiðjan í Lítluvík í Havn karmur um eina heldur øðrvísi søluframsýning, har Rannvá í Baianstovu og Torgerð Suðuroy sýna fram. Tær hava báðar hvør í sínum lag fingist við at skapa, og áralongu royndirnar síggjast aftur, tá tær sýna fram tað, ið tær hava evnað til úr ymsum tilfari. Talan er um klæðir, brúkslist og prýðislutir. Umframt eru antikvitetir eisini við.

Brúkslist

Torgerð Suðuroy hevur í mong ár fingist við ymsa brúkslist, eins og framleiðslu av prýðislutum. Nevnast kunnu væl kendu hornini, ið kunnu nýtast til drykkjubikar, umframt at hon eisini ger lampur o.a.. Og nevnast mugu smúkkurnar, oftast úr silvuri, ið hon evnar til.

Í Vági rekur hon antikkhandil, ið nevnist Nýtt og Gott Gamalt. Á framsýningini hevur Torgerð eisini antikvitetir við, so sum møblar, ljósakrúnur, gyngustólar, klaverbenkur, steintoy og annað.

Sniðgivin klæði

Rannvá í Baianstovu hevur í mong ár sniðgivið, og hon rekur í dag Faroese Fashion. Hon byrjaði longu í 1962 at sniðgeva, og Rannvá byrjaði Faroese Fashion í 1982. Fyritøkan ger klæðir úr føroyskun tilfari, og umframt í Føroyum, eru vørurnar umbidnar í t.d. Íslandi, Danmark og USA, og limir í danska kongshúsinum hava eisini havt pløgg frá Faroese Fashion.

Meira sæst á www.faroesefashion.com.

Opið er í Lítluvík frá fríggjadegnum 20/11 til týsdagin 24/11-09. Allar dagar er opið frá klokkan 10:00 til 19:00, tó sunnudagin frá 14:00 til 20:00.