Samlaða skattainntøkan hjá landskassanum var í fjør 2,07 prosent størri, enn hon var tað í 2010. Tað svarar til eina meirinntøku upp á 30,58 milliónir krónur. Fyribils landsskatturin í fjør var 1.505.289.812 krónur. Í 2010 var inntøkan av landsskatti 1.474.713.298 krónur.
Sammett við mánaðirnar frammanundan hilnaðist landsskatturin ikki væl í desember í fjør. Tá ið gjørt varð upp til og við november mánað, var inntøkan 2,64 prosent størri enn sama tíðarskeið sum í 2010, og við árslok var meirinntøkan 2,07 prosent.
Í vikuskiftissosialinum er uppgerð yvir skattainntøkuna í fjør hjá teimum tredivu kommununum og sammeting við 2010.