Seinastu fimm árini hevur havnamaðurin Regin Joensen miðvíst leitað eftir pápa sínum, sum hann ongantíð hevur sæð ella hitt.
Bretin Terry Patrick var í Føroyum eitt skifti í 1960’unum, men eingin veit síðani at siga, hvar hann hevur hildið til, og tað tykist verða sera trupult at finna fram til hansara, hóast fleiri fólk miðvíst hava leitað eftir honum seinastu árini.
- Eg havi ongantíð sæð pápa mín, og eg havi ikki tað faðirskapskenslu, sum onnur hava. Eg veit einki um tað. So hvørt sum eg eri blivin eldri og havi fingið trý børn sjálvur, er ynskið um at hitta pápa mín blivið størri og størri, sigur Regin Joensen.
Veit um sonin í Føroyum
Terry Patrick, sum er ættaður úr Birmingham í Onglandi, kom til Føroya í 1965. Hann kom umborð á línuskipið Nornágest í Skotlandi, og sigldi til Føroya við teimum. Terry varð ikki settur á mannskapslistan, men fór í land í Havn, har hon so varð verandi í nakrar mánaðir. Hann búði í eina tíð hjá Thorvaldi Andreasen í Havn.
Terry Patrick var tónleikari, og hann var virkin í Sjónleikarhúsinum, har hann spældi nógv saman við føroyskum tónleikarum – millum annað Herálvi Andreasen og Robert McBirnie.
Terry Patrick fór av landinum seint í 1965, men kom aftur til Føroya eitt skifti tíðliga í 1966. Tá hann so fór avstað aftur, hvarv hanns um døgg fyri sól, tí eingin í Føroyum hevur sæð ella hoyrt frá honum síðani. Tá hann var farin avstað, fann ein ung kvinna í Havn út av, at hon varð blivin við barn við Terry Patrick.
Myndugleikarnir royndu at finna fram til hansara í sambandi við faðirskapssakina, men teir komu ikki nærri enn pápa Terry Patrick, sum ikki visti, hvar sonurin var júst tá.
- At abbi mín fekk at vita um faðirskapssakina, ger meg rímiliga vísan í, at pápi mín veit um, at eg eri til, men hann hevur so ongantíð roynt at sett seg í samband við meg, sigur Regin Joensen.
Nú ber til at leita
Seinastu fimm árini hava Regin Joensen og fólk rundan um hann gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna fram til Terry Patrick, sum nú er í 60 árunum, og Regin Joensen viðurkennir, at tað er nú, at hann skal finna pápa sín, um hann skal geva sær vónir um at finna hann á lívi.
- Eg eri eitt sindur beiskur um, at hann ongantíð hevur roynt at sett seg í samband við meg, men eg kenni ikki hansara søgu og hansara bakgrund, og eg veit ikki, hvat tað er, sum hevur gjørt, at hann ikki hevur leitað eftir mær. Tað kundi eg hugsað mær at fingið at vita, sigur Regin Joensen.
- Eg haldi, at tað er frægari at vita, hvussu umstøðurnar eru – sjálvt um tær kanska ikki eru positivar – enn ikki at vita. Eg kundi hugsa mær at loyst loyndarmálið, sum eg eri føddur við, sigur hann.
Myndatekstur:
- Eg kundi hugsa mær at loyst loyndarmálið, sum eg eri føddur við, sigur Regin Joensen
Dólgarnir saman aftur
Sjónvarpið hevur í desember endursent gomlu jólasendingarnar við Dólgunum, og móttøkan er góð. Sosialurin savnaði Dólgarnar til eitt prát, og tá segði Egi Dam millum annað soleiðis um, hví hann gjørdist tann bangni dólgurin:
- Eg sá fyri mær, at Zacharias fór at finna upp á ymiskt, sum eg ikki hevði so góðan hug til, so eg avgjørdi beinavegin, at eg skuldi verða tann bangni Berint, segði Egi Dam.
Old bjóðar av
Fyrrverandi politikarin Henrik Old bjóðar seg fram til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Valstríðið byrjar beinanvegin, og Jan Højgaard, sum er formaður, heldur, at fiskimenn fara neyvan at velja ein fyrrverandi reiðara til formann í Fiskimannafelagnum.
Henrik Old avsannar, at hann er fyrrverandi reiðari.
- Øll árini, eg sat í fiskivinnunevndini og seinni í vinnunevnd løgtingsins, ansaði eg bevíst væl eftir ikki at hava nøkur áhugamál sum skipaeigari, sigur Henrik Old.
Skálaberg heima aftur
Næstan líka nógv fólk tóku ímóti Skálaberg í Ánunum annan jóladag, sum tá ið hann á fyrsta sinni kom til Føroya. Søgan um Skálaberg fylti nógv í miðlunum í desember mánaði. Russiskir myndugleikar løgdu hald á skipið, tí teir søgdu, at tað hevði fiskað ólógliga, og eftir drúgvar samráðingar, trýst og rættarmál, endaði tað við, at reiðaríið fekk eina milliónabót, og Skálaberg slapp úr Murmansk.
Jarnstuldurin kostaði teimum meira enn millión
Faðir og sonur úr Klaksvík, sum fyri hálvum triðja ári síðan vórðu tiknir fyri at hava stolið gamalt jarn ymsa staðni í landinum, skuldu gjalda endurgjald, missa vinningin, og teir skulu eisini gjalda sakarmálsútreiðslurnar. Upphæddin fer upp um milliónina.
Tann yngri segði í rættinum, at hann angraði tað, teir høvdu gjørt.
- Eg eri harmur og angri tað, sum vit hava gjørt, segði hann.
Eg havi verið giftur í 21 ár, og tað er sama kvinna, sum eg fari í song við. Tað skuldi komið á forsíðuna á Ekstrablaðnum. Men tað kemur ongantíð á forsíðuna, tí tað, sum verður promoverað, er tað øvugta – ein ógudiligur lívsstílur, sum oyðileggur menniskju og familjur.
Christian Hedegaard,
danskur evangelistur
- Lívið hevur lært meg, at eg skal liva tað fult út, og at eg undir ongum umstøðum má møta skaparanum hinsides óbrúktur.
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
Rithøvundur og journalistur