Tíðindini kunnu skunda nógv undir føroysku oljutilgongdina, nú nógv bendir á, at jarðfrøðin føroysku megin markið er tann sama, sum har fund er gjørt í grannalagnum. Fundið, sum ber heitið Rosebank/Lochnagar, er fyrsta av sínum slag so langt norðuri. Og ongantíð áður er oljukelda funnin so tætt upp at føroyska langrunninum heldur.
Tíðindini, sum fyrst vórðu borin í Sosialinum og síðani í altjóða oljublaðnum Upstream, vóru nú váttað av oljufelagnum.
Tað var í heyst, at tíðindi vóru likin út um, at West Navigator, sum ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV høvdu leigað til eina boring norðuri á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, hevði rakt við nógva og góða olju og nakað av gassi eisini. Tað hevur ljóðað, at feløgini fóru ikki at kunngera hetta soleingi, at útbjóðingin á føroyska landgrunninum ikki varð latin aftur.
Tað gjørdi hon 17. november. Og 8. desember varð so alment váttað og staðfest, at gjørt er eitt "significant oilfind", eitt týðandi oljufund, sum á oljumáli eisini kann tulkast sum eitt risastórt fund, tá hugsað verður um, at fundin helst er omanfyri hálva milliard tunnur.
Framleiðsla um fimm ár
Nú verður so arbeitt við at finna boripall til at gera ein ella tveir avmarkingarbrunnar longu í næsta ár. Um hesir vísa seg at liva upp til vónirnar og metingarnar, so kann her blíva talan um oljuframleiðslu um kanska eini fimm ár ella so. Tað vil so vera tann oljuframleiðslan, sum fer at liggja tættast upp at føroyska markinum.
Tað ljóðar frá keldum, sum Sosialurin hevur tosað við, at tilfarið, jarðfrøðin og umstøðurnar í undirgrundini, har fundið er gjørt, eru meinlíkar teimum, sum feløgini longu halda seg síggja føroysku megin markið.
Og tað serstakliga áhugaverda í hesum er so eisini, at júst í hesum økinum á landgrunninum, beint við markið har norðuri, er l.ítið og einki basalt. Og tað merkir so aftur, at lættari og skjótari verður at koma niður á eitt møguligt líknandi oljufelt í føroysku undirgrundini.
Fær týdning
Gregory Himes, sum er varaforseti fyri leiting hjá Statoil í Europa sigur, at felagið sær funið sum sera týdningarmikið fyri arbeiðið hjá Statoil í hesum økinum.
?Vit vóna, at hetta fundið fer at hava við sær meiri leitisucces í bæði bretskum og føroyskum øki.
Sosialurin hevur biðið Rúna Hansen, stjóra hjá Statoil í Føroyum um eina viðmerking. Hann sigur, at tíðindini gera ikki støðuna verri fyri Føroyar. Heldur tvørturímóti. Hann vísir tó á, at enn skulu avmarkingarbrunnar borast so einki kann sigast við vissu enn. Men um tað gongst væl, so kann heta fáa positivan týdning fyri leiting við Føroyar eisini.
?Men hetta sær spennandi og lovandi út sigur Rúni Hansen, sum í besta føri heldur, at oljuframleiðslan kann byrja í 5 til 6 ár ? um so er at alt riggar sum tað skal. Og tað vita vit ikki í dag, tí mugu øll fyrivarni takast.
Tað er greitt, at tíðindini um fundið, kunnu eisini gera 2. útbjóðing á føroyskum øki uppaftur meira áhugaverda. Hugsast kann, at onnur feløg, sum ikki eru við í 2. rundu, vilja »farma« inn í komandi loyvi á økinum
- - -
FJM í samanlegging
Fyritøkurnar FJM í Runavík og Tórshavnar Skipasmiðja leggja saman frá 1. januar at rokna. Hetta boðaðu leiðslurnar í feløgunum frá á tíðindafundi. Feløgini hava samstarvað nógv seinnu árini, men nú skulu tey verða eitt og sama felag.
? Samanleggingin ger samstarvið lættari, og vit fáa tískil gagnnýtt góða tilfeingið av starvsfólki og útbúnaði hjá báðum fyritøkunum enn betur, sigur Frithleif Olsen, stjóri í FJM.
Skiparin í land
Óhappið hjá Norrønu og frágreiðingin hjá Skipaeftirlitinum fingu ta avleiðing, at skiparin á ferðini, Ólavur Hovsgarð, varð koyrdur í land. Smyril Line boðaði í tíðindaskrivi frá, at arbeiðsviðurskiftini hjá Ólavi Hovsgarð verða broytt, so at hann frameftir skal starvast á skrivstovuni hjá Smyril Line.
? Har er tørvur á royndum og góðum kreftum til tær uppgávur, sum liggja fyri framman, segði Smyril Line í skrivinum til almenningin.
Smyril Line staðfesti samstundis, at Ólavur Hovsgarð ikki verður skipari umborð á Norrønu aftur.
Løgreglan bardist við íslendingar
Løgreglan í Havn noyddist at brúka kniplar, tá ið teir eitt hóskvøld í desember skuldu handtaka tveir íslendingar uttanfyri Café Natúr í Havn. Løgreglan fekk fráboðan um, at íslendingarnir ikki vildu góðtaka, at teir skuldu á dyr á Café Natúr. Tað eydnaðist ikki løgregluni at sissa íslendingarnar, og tað endaði við roki. Átta løgreglufólk hjálptu til at fáa teir báðar íslendingarnar í hondjørn.
Hotel Hafnia selt
6. desember varð Hotel Hafnia í Havn selt. Hotellið hevði eina tíð verið til sølu, og bæði føroyskur og útlendskur áhugi var fyri hotellinum. Endin var, at eitt nýtt felag, har føroyingar eiga meirilutin, men har eitt norskt felag eisini er við, keypti Hafnia. Tummas Justinussen er stjóri í nýggja felagnum.
- - -
»Tilvitanin um, at tónleikur er nakað veruligt her í lívinum, er stóri munurin millum fyrr og nú. Fyrr var ein bara apukattur, um ein spældi tónleik, men í dag er tað næstan so, at ein er tað, um ein ikki spælir tónleik.«
? Georg Eystaná, tónleikari
»Føroyskir politikarar eru skjótir at fara til fjølmilarnar og duga ov illa at loysa trupulleikarnar innanhýsis samanborið við onnur lond. Tað eigur at skula meiri til, áðrenn stríðsmálini gerast so opin, sum tey seinastu tíðina hava gjørt.«
? Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur
- - -
Tað kemur óvæntað á, tá ið B68 boðar frá, at landsliðsspælarin Julian Johnsson verður spælandi venjari hjá 2. deildarliðnum næsta ár










