Deschamps verður landsliðsvenjari til 2026

Óvissan er av. Didier Deshamps tekur fýra ár aftrat sum franskur landsliðsvenjari

Hann hevur verið franskur landsliðsvenjari síðani 2012, og hann hevur vunnið HM-gull, HM-silvur, EM-silvur og Nations League við franska landsliðnum.

 

Tó var ivasamt um Didier Deschamps fór at taka eitt tørn aftrat aftaná vónbrotið í HM-finaluni móti Argentina.

 

Men nú er staðfest, at franska fótbóltssambandið og Didier Deshamps hava longt sáttmálan til 2026.

 

Deshamps fær soleiðis møguleikan at føra Frakland til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024, og til HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada í 2026.