Deschamps í serstøkum klubba

Bara tríggir hava klárað tað, sum franski venjarin kláraði í dag

Didier Deschamps er bara tann triði, sum hevur megnað at vunnið HM sum bæði spælari og venjari. Hann er nú komin í serstakan klubba saman við Mario Zagallo úr Brasil og Franz Beckenbauer úr Týsklandi og Vesturtýsklandi.

 

Les eisini: Frakland HM-vinnari í málroki

 

Didier Deschamps vann í 1998 HM sum spælari, tá Frakland á heimavølli vann 3-0 á Brasil. Í dag stóð hann á odda fyri franska landsliðnum, sum somuleiðis vann HM. Hesa ferð við einum 4-2 sigri á Kroatia.

 

Les eisini: Lyfti HM-steypið í oysandi regni

 

Tað eru tað bara tveir aðrir, sum hava klárað. Mario Zagallo vann HM sum spælari fyri Brasil í 1958 og 1962, meðan hann vann HM sum venjari fyri Brasil í 1970, og átti sína stóra lut í HM-sigrinum í 1994, tá Carlos Alberto Parreira var venjari.

 

FranzBeckenbauer vann í 1974 HM sum spælari fyri táverandi Vesturtýskland. Síðani vann hann tað sum landsliðsvenjari hjá Týsklandi í 1990.