Hetta kundi formaðurin í Derby, Adam Pearson siga fyri BBC-5-Live í morgun
Leiðslan hjá The Rams høvdu mist tolið við skotan, nú teir kempa fyri at ikki at flyta niður í næstbestu deildina.
Pearson segði fyri websíðuni hjá felagnum:
- Eg havi verið á fundi við Billy Davies í morgun, og har vórðu vit samdir í, at tað hevði verið betur fyri báðar partar, um samstarvið endaði her, og at partarnar fara hvør til sín.
- Billy fer frá Derby við okkara bestu ynskjum og veruligum takksemi, fyri at megna eina fantastiska uppflyting til Premier League í síðsta kappingarári
- Vit ynskja Billy bestu eydnu í hansara yrki framyvir, og partarnar fara nú hvør sær, og ivaleyst verður tað til betur fyri Billy Davies og Derby County, sigur Adam Pearson, formaður í Derby.
Davies vil vera við, at hann er sera stoltur av hansara tíð við stýrisvøðlin.
- Eg havi havt tað ómetaliga gott her, og tað hava verið ein rúgva av upptúrum, og eisini ein rúgvu av niðurtúrum, men samanumtikið hevur tað verið ein fantastisk tíð hjá mær, og eg fari úr felagnum við høvdinum hildnum høgt
The Rams eru í løtuni næstan rótfestir í botninum á Premier League, við fýra stigum upp til tættastu kappingarneytarnar.
Fyrrverandi Preston, og nú eisini fyrrverandi Derby venjarin, Billy Davies stóð við stýrisvøðlin í Derby í einans 18 mánaðir, og megnaði at vinna teimum uppflyting til bestu ensku deildina í síðsta ár.
Nú tá Derby eru uttan høvuðsvenjara, eru teir farnir at leita sær eftir einum nýggjum, og millum teir best dámdu í leiðsluni, er eitt kent enskt fótbóltsnavn. Talan er um Paul Ince, ið vit kenna frá hansara tíð í Manchester United og Liverpool í Onglandi og úr Inter í Italia, har hann hevur sett dám á, við sínum hørðu taklingum og sínum øðiliga stríðsvilja og arbeiðssemi. Alt bendir á at hann eisini hevur tikið nakað av hesum við sær inn í venjarayrkið, tí hann er eitt vælkent navn, hóast hann enn er ungur í yrkinum. Hann er í løtuni venjari hjá Milton Keynes Dons, ella sum teir vanliga verða nevndir MK Dons.
Um tað fer at eydnast Derby at fáa klødnar í Ince fer at vísa seg.
Tað hevði verið spennandi at sæð ein dyst millum Sunderland og Derby, har fyrrverandi liðfelagarnar Roy Keane og Paul Ince møguliga koma at stýra.
Hvør segði nostalgi?