Derby basti United

Sera óvæntað eydnaðist tað í gjárkvøldið Derby at vinna 1-0 móti Manchester United í fyrru hálvfinaluni í Liga-Cup. Einsamalla málið í dystinum skeyt Kris Commons eftir hálvum tíma.

Leiðslan var fult uppiborin, tí Derby var støðugt liðið, sum sýndi størri vilja. Frá dsytarbyrjan spardi Manchester United nakrar av stóru profilunum, men hóast Wayne Rooney, Ronaldo og Michael Carrick allir komu á vøllin í seinna hálvleiki, eydnaðist ikki at venda dystinum. Og í veruleikanum var Derby í tveimum førum heilt nær við at økja um leiðsluna.

Talan var um fyrra hálvfinalu í kappingini, og verður retur-dystur á Old Trafford í Manchester um tvær vikur.