Depilsráð fyri Glasir skipað

Eitt depilsráð fyri komandi og savnaða miðnámsskúlastovnin í Føroyum, Glasir, er blivið skipað. Tað skrivar Bogi Bech Jensen, rektari, í tíðindaskrivi í dag.

 

Tað var í juni, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti eitt depilráð fyri Glasir. Í ráðnum er sjey limir, ið verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Eisini eru tvey læraraumboð og eitt næmingaumboð, ið verður valt á hvørjum ári.

 

Komandi fýra árini eru hesi í Depilsráðnum fyri Glasir:

Magnus Magnussen og Gunnar Mohr fyri Vinnuhúsið.

Sigurð Ó. Vang fyri Føroya Kommunufelag.

Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið.

Eli Brimsvík fyri Landsfelag Handverkanna.

Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen fyri Glasir.

 

Depilsráðið hevur á fundi 20. juni 2016 skipað seg við Sigurði Ó. Vang sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni.

 

Tíðindaskrivið endar við hesari endamálsorðingini fyri Depilsráðið:

 

Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:

At styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir.

At veita rektaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi

At virka fyri, at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og víðari útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.