Depilin fyri fjølbrekað reistur

Depilin skal standa liðugur 1. august í ár, og væntandi fer tíðarætlanin at halda.

Depilin fyri fjølbrekað børn og ung, sum verður bygdur í Runavík, stendur nú reistur. Í gjár varð flaggið vundið í húnar hátt á tekjuni á bygninginum. 

 

Tað er byggivirkið KBH, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, og parturin hjá felagnum í hesi verkætlan liggur um stívliga 15 miljónir krónur.

 

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, sigur, at tað hevur tikið nakrar vikur at reisa bygningin, og í gjár kundu teir so vinda flaggið í húnar hátt.

 

Hann sigur, at einir 10 mans hjá byggifyritøkuni eru knýttir at hesi bygging í løtuni, og haraftrat koma el-innleggjarar, hvs-fólk og menn, sum fáast við at snøgga lendið.

 

- Sambært ætlanini skal depilin fyri fjølbrekað børn og ung standa liðugur 1. august í ár, og vit vænta, at tíðarætlanin fer at halda.

 

Helgi Johannesen sigur, at KBH byrjaði á økinum í Runavík, sum Runavíkar kommuna hevur latið grovplanerað, í mai mánaði í fjør.

 

- Jú, eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt. Tað vil so vera, at veðrið tarnar nakað, tá hetta er vetrartíð, men sum heild eru vit nøgdir við gongdina, sigur stjórin í KBH.