Depilin á Sandi reistur

Tað fer helst at taka einar fýra mánaðir at innrætta Virknis-og Umlættingardepilin.

- Hátíðardagur hevur verið á Sandi í dag, nú Merkið er í húnar hátt vegna tess, at Virknis- og Umlættingardepilin fyri børn við serligum avbjóðingum er reistur.

 

Tað skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, á sínari facebook-síðu í dag.

 

Hann leggur aftrat, at tað kennist ótrúliga væl at vita sær at hava verið við til at lagt lunnar undir hesa verkætlan, sum depilin er.

 

- Henda verkætlan kemur at verða til signingar fyri nógv børn og foreldur, og hon kemur samstundis at fremja framburð í Sandoynni, skrivar Brandur Sandoy.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað er Sp/f VD hjá Valbjørn Dalsgarð, ið byggir depilin, sum verður umleið 480 fermetrar stórur í einari hædd.

 

- Tað fer helst at taka einar fýra mánaðir at innrætta Virknis-og Umlættingardepilin, hevur Valbjørn Dalsgarð áður sagt við In.fo.