Tann kendi franski filmsleikarin Gerard Depardieu hevur gjørt av at taka seg burtur úr filmsyrkinum.
Depardieu, sum er 56 ára gamal, hevur spælt í 170 filmum, og hann hevur eina ferð verið í uppskoti til eina Oscar-virðisløn. Hann sigur við franska blaðið La Parisien Dimanche, at hann heldur seg hava fingið nóg mikið burtur úr filmslívinum, og at hann hevur rokkið teimum málum, sum hann setti sær. Og so er eingin orsøk til at halda fram, heldur hann.
Hann er kortini ikki heilt liðugur enn. Hann spælir í einum filmi, sum verður frumsýndur um stutta tíð, og í lø'tuni er hann í ferð við upptøkurnar til ein nýggjan film um tann kenda Asterix. Sjálvur spælir Depardieu leiklutin sum tann líka kendi Obelix.










