Dennis Wise avhoyrdur

Leeds United venjarin, Dennis Wise er avhoyrdur av løgregluni eftir at hann hevði jakstrað ein ungling gjøgnum gøturnar í Leeds, eftir at hesin skuldi hava blakað steinar eftir familjubilinum hjá Wise. Hendingin fór fram nýggjársaftan

41-ára-gamli League One venjarin koyrdi í norðaliga partinum av Leeds, eftir at hann og familja hansara høvdu nýtt ein betri bita inni í býnum, tá brádliga nakrir unglingar lupu á og steinaðu bilin.

Wise leyp úr bilinum umleið kl 13 og byrjaði at jakstra tannáringin, men hann megnaði ikki at halda honum.

Løgreglan í West Yorkshire segði at ein 41-ára-gamal maður og ein 13-ára-gamal unglingi vórðu avhoyrdir í sambandi við hendingina.