»Málhøvd/sproghoved«
Herfyri kom nýggja fløgan hjá Dennis Agerblad út. Fløgan eitur DENNIS AGERBLAD sings Tóroddur Poulsen - Hetta er ein tvífløga, við einari føroyskari fløgu »Málhøvd« og einari danskari “Sproghoved”
Tað eru 12 yrkingar hjá Tóroddur Poulsen, ið vestmenningurin hevur smíðað løg til og sungið inn á føroyskum og donskum.
Dennis hevur serligan tokka til yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen, og hevur fleiri ferðir umsett og lisið upp, við effektum á røddini, bæði privat og á bókmentakaffihúsum
– At geva fløguna út á føroyskum og donskum, gevur eisni dønum møguleika, at sleppa inn í hansara undarligu verð, ið hóskar sera væl til mín. sigur Dennis.
Tóroddur hevur hjálpt til og góðkent umsetingarnar.
Dennis hevur arbeitt saman við framleiðarinum Mathuresh. Mastringina hevur Jan Eliasson, ið hevur mastrað fyri kend sum Aqua, Nic & Jay og Nephew staðið fyri.
TUTL útgevur fløgan meðan tungamusik.dk (egna forlag) gevur út download av tónleikinum.