Dennis hongur í klønum tráð

Eftir at landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur staðfest, at landsstýrismaðurin breyt lógina, er lítil ivi um, at hann fer frá sum landsstýrismaður

Meiriluti er í Løgtinginum fyri, at tá landsstýrismálanevndin metir, at tey hava sagt ósatt ella brotið lógina, so skulu tey frá sum landsstýrisfólk. Tað var tað í øllum førum, tá Løgtingið í vár trýsti Ingilín Didriksen Strøm úr starvinum.

Tá løgdu andstøðuflokkarnir misálitisuppskot fram, sum Erling Eidesgaard og Liljan Weihe úr Tjóðveldi søgdu seg taka undir við.

Tá vóru tey púra greið í sínum sjónarmiðum:

– Einki landsstýrisfólk, eingin flokkur, eingin samgonga er størri enn fólkaræðið. Um hetta so verður tann síðsta gerðin, eg geri sum fólkavald, so vil eg til eina og hvørja tíð seta fólkaræðið fremst, segði Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, tá hon boðaði frá, at hon tók undir við misálitinum á Ingilín Didriksen Strøm. 

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, var líka greiður:

– Einki landsstýrisfólk, eingin flokkurin og eingin samgonga er størri enn fólkaræðið og tær súlur, sum fólkaræðið byggir á, segði hann.

Harvið er støðið lagt hjá hesi samgongu, at um landsstýrismálanevndin sigur, at eitt landsstýrisfólk hevur sagt ósatt ella brotið lógina, so er bara ein vegur, og tað er, at landsstýrisfólkið má leggja frá sær.

Tí er væntandi, at avgerð verður tikin um, at Dennis Holm fer frá sum landsstýrismaðurin, áðrenn næsta tingfund, soleiðis at tað slepst undan, at eitt misálitisuppskot verður lagt fram móti Dennisi Holm.