Dennis Holmberg verður við

Venjarin hjá B36 hevur avgjørt, hvussu lið hansara kemur at síggja út í kvøld.

? Eg fái tó einki sagt alment enn, men tað verður nakað tað sama sum seinast, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36. Hann váttar tó, at Dennis Holmberg verður við í hópinum.

? Men hann kemur ikki at byrja inni, segði Mikkjal Thomassen. Dennis er annar nýggi leikarin, B36 hevur knýtt at hópinum seinastu dagarnar. Hin er Christian Restorff Mouritsen, men reglugerðirnar siga, at hann ikki kann brúkast til henda dystin, tí hansara flyting var skrásett so seint.