Á kommunuvalinum í Vági gjørdist sitandi borgarstjóri, Dennis Holm, toppskorari við 165 atkvøðum.
Men á lista E, sum Dennis Holm, umboðar, er tó tætt, tí millum tey næstvaldu á listanum má fínteljing til, innan alt er endaliga víst.
Listin fekk 4 sessir.
Eyðbritt Krosslá fekk 34, Jónleyg Eyðunsson fekk 32 og Bárður G, Nielsen fekk 32. Og harefturat varð Anna Brattaberg ikki afturvald, men fekk 29 atkvøður, og kann tí enn liva í vónini, um fínteljingin broytir okkurt.
Við kommunuvalið í 2016 fekk Dennis Holm 131 atkvøður, og altso í 2020 fær hann 165 atkvøður.











