Dennis Holm kennir seg ikki aftur í atfinningunum frá Sigurði Lamhauge

Sambært landsstýrismanninum, er Landsverk ongantíð biðið um at gera kostnaðarmetingar av Suðuroyartunlinum

 

Við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi segði Sigurð Lamhauge, at landsstýrismaðurin, Dennis Holm, ikki hevur álit á sær, tá hann brúkar ráðgeving um Suðuroyartunnilin frá øðrum heldur enn frá stovninum, sum hann sjálvur varðar av.

 

Dennis Holm skilir ikki atfinningarnar frá fyrrverandi stjóranum á Landsverki. Sambært Dennisi Holm hevur Landsverk ongantíð havt ábyrgd av at gera kostnaðarmetingar av Suðuroyartunlinum.  

 

- Um stjórin á Landsverki hevur fylgt við, so veit hann, at tað bleiv avgjørt politiskt, at P/F Suðuroyartunnilin skuldi gera allar kanningarnar av Suðuroyartunlinum, herundir kostnaðarmetingarnar, sigur Dennis Holm.

 

Hettar er sami leistur sum bleiv brúktur, tá Norðoyartunnilin og Eysturoyartunnilin skuldu gerast.

 

Dennis Holm tekur uppsøgnina til eftirtektar, og arbeiðið við at søkja eftir nýggjum stjóra er farið í gongd.

 

Sigurð Lamhauge er í dag settur sum stjóri í IRF.